Ríkisfelagsskapurin er sum andadrátturin

Ríkisfelagsskapurin er líka týdningarmikil fyri okkum, sum andadrátturin er, sigur Atli Hansen, sambandsmaður í Gøtu, sum vil sleppa á Fólkating

 

Valevni


Tað er eingin ivi í hansara sál um, at Føroyar eiga at vera verðandi partur av ríkisfelagsskapinum, sigur sambandsmaðurin í Gøtu, sum hevur búð 20 ár í Danmark og kennir nógvar danskar politikarar, sum hann fegin vil sleppa at samstarva við á Fólkatingi.

?Tað kann tykjast nakað svartskygt at halda, at vit eru við at venda á toppinum á tí hákonjunkturi, vit hava liva á nú í nøkur ár, sigur Atli Hansen. Men ein pessimistur hevur eisini rætt til at vera kallaður realistur viðhvørt. Og eg meti meg liva so mikið nær veruleikanum, at eg dugi at síggja, hvussu samfelagsgongdin er, sigur hann við einum ikki selriga væl goymdum priki til ávísar politikarar, sum hann heldur ganga nakað leysar frá jørðini.


Blokkurin

Blokkurin er einki mál í sær sjálvum, sigur Atli Hansen, sum eisini ætlar sær at liva, eftir at blokkurin er tikin av. Men tað skal kortini vera í ríkisfelagsskapi við Danmark, sigur hann.

?Endamálið hjá okkum eigur at vera at gerast búskaparliga sjálvbjargin innan fyri ríkisfelagsskapin. Og tað gera vit ikki við tí gongd, sum hevur verið undir hesari samgonguni, vit hava í Føroyum í dag, sigur hann.

Samfelagið er niðurslitið - og tað eru ikki bara slitnar klichéeir, tá sagt verður so - og vit hava, um vit vilja ella ikki, ikki nóg mikið av pengum av egnari framleiðslu til at fáa tað upp aftur á eitt brúkiligt støði í løtuni, sigur Atli Hansen.

Bara á almanna- og heilsuøkinum skulu so ógvusligar íløgur til at fáa tænastuna á tað, hon eftir okkara tykki eigur at vera, at tað manglar í alla aðrastaðni, soleiðis sum fíggjarlógin sær út í dag, sigur hann.

Hann heldur ikki blokkin vera nakra góða loysn. Gamla skipanin við afturgjalding til ávísu økini, tann sonevnda refusiónsskipanin, var nógv betri, heldur Atli Hansen. Tá vóru pengarnir markaðir og skuldu brúkast til tað, sett var á teir.

Hinvegin ber eftir hansara tykki ikki til at fara at broyta skipanina aftur til ta gomlu. Tað vil bara ørkymla allar partar, um vit liggja og skifta í millum skipanir. Henni, sum vit nú hava, mugu vit liva við, og so royna at fáa sum frægast burturúr.


Byggja uppaftur

Atli Hansen, fólkatingsvalevni hjá Sambandsflokkinum, sigur, at tað er átrokandi neyðugt at byggja viðurskiftini millum Føroyar og Danmark uppaftur, eftir at verandi samgonga hevur brotið tey niður hesi árini.

?Tað er tíverri ikki bara tómt tos, tá sagt verður, at viðurskiftini er versnað millum londini hesi seinnu árini, sigur hann. Konfrontatiónspolitikkurin hjá okkara samráðingarfólki hevur verið av slíkum slag, at danir hava sett hart afturímóti. So tað krevur stórt arbeiði at fáa viðurskiftini upp á pláss aftur, sigur Atli Hansen.

Hann ætlar sær at vera umboðsmaður fyri allar føroyingar, verður hann valdur á Fólkating.

?Tað eigur ein fólkatinsmaður at vera, sigur hann. At tosa um, at ein fókatingslimur skal vera loyalur móti landsstýrinum, ber ikki til. Hann er valdur fyri allar føroyingar, eisini teir, sum settu krossin við okkurt annað navn ella fyri tann skuld lista.

Heima í Føroyum er øgiliga nógv at byggja upp aftur eftir kreppuna. Og tað er rættiliga ótrúligt, at vit ikki hava klárað okkum betri í so máta, sigur Atli Hansen.

Hann ásannar, eins og so nógv undan honum, at ongantíð í føroyskari søgu hava viðurskiftini verið so við okkum sum hesi seinnu árini. Við inntøkutølum, sum mestsum sveima úti í rúmdini. Men hygg, um vit hava dugað at fingið nakað skilagott burtur úr politiskt.

?Nei, vit hava brúkt pengarnar til at spæla fullveldi fyri. Annað liggur á láni. Samfelagstólini eru niðurslitin, og vit brúka pengar til at byggja størri umsitng fyri.

?Jú, tað er brúk fyri fólki, sum livir í veruliga samfelagnum og sær hvat hendir.


Støðið

Um støðið, hann hevur at standa á, sigur Atli Hansen, at tað er í lagi til ein politikara. Hann hevur verið í vinnulívi í mong ár. Kemur nógv millum fólk og veit og kennir, hvat rørist í vinnuliga samfelagnum, sigur hann.

At júst hann skuldi verið væl egnaður til at røkt ein fólkatingssess, ivast han heldur ikki í. Hann hevur búð í Danmark í 20 ár, har hann hevði egna fyritøku, sum bæði danir og føroyingar komu nógv í samband við.

Hann metir seg kenna rættiliga væl til donsk viðurskifti, eins og hann kennir nógv fólk. Bæði professionell og privat sambond.

Millum annað nevnir hann, at hann kennir nógvar danskar politikarar persónliga. Serliga eru tað vinstrafólk, sigur hann. Og tað metir hann eisini sum ein fyrimun hjá sær sum møguligum fólatingsmanni.

Tí eingin ivi er um, at ein sambandsmaður á Fólkatingi fer at arbeiða saman við Vinstraflokkinum.

Tó metir hann ikki, at hann fer at verða so intigreraður partur av flokkinum, at tað føroyska verður burtur. Men hann fer ikki at fella eina borgarliga stjórn í Danmark, sigur hann.

?Tað verða altíð tey føroysku málini, sum fara at viga mest í tingviðgerðini hjá einum sambandmanni á Fólkatingi, sigur Atli Hansen, valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið.