Roknað vit upp á rentutap av hesum, so er tað í øllum førum nokk til ein kostráðgeva á Landssjúkrahúsinum at ráðgeva diabetissjúklingum.
Meðan ríkisfelagsskapurin sambært løgmanni tykist merkja, at ágóðar koma úr Danmark til Føroya, so er hetta dømi um tað øvugta. Tí tað rentutap, sum vit hava, tað verður til rentuinntøku í Danmark. Soleiðis er status quo í ríkisfelagsskapinum.
Men nú tá Edmund Joensen roynir at fáa pengar av donsku fíggjarlógini til føroysk listafólk – eftir at partafólkini hjá honum í løgtinginum hava skert føroysku játtanina til list, so er aftur talan um tað øvugta hinvegin, tí hetta merkir, at pengar, sum verða oyðslaðir í Danmark, nú kom til gagns í Føroyum. Aftur er status quo í ríkisfelagsskapinum.
– So jú, løgmaður og Edmund hava rætt, hóast tað kanska haltar eitt sindur við moralinum viðhvørt...