Um vikuskiftið hevði Sambandsflokkurin ein heystfund í Havn. Tann stóra luttøkan og tann stóri hugurin til at luttaka í orðaskiftinum bendir á, at tað eru stór álvarsmál, vit skulu taka støðu til á báðum teim komandi valunum - fólkatingsvalið um stutta tíð og løgtingsvalið í seinasta lagi til várs.
Fundurin tók undir við til hesi bæðið valini serliga at leggja dent á ríkisfelagsskapin, tað persónliga frælsi og vælferðina og sjálvt um nógv onnur mál vóru havd á lofti, so var breið semja um, at hesi í løtuni skuldu hava ovasta raðfesti hjá Sambandsflokkinum.
Ríkisfelagsskapurin er upp á spæl. Eingin ivi um tað. Hesi bæði komandi valini verður úrslitið ein avgerð um ríkisfelgasskap ella fullveldi. Samband ella loysing.
Tað er eingin tilvild, at flokkurin hevur valt júst hesi trý málini at fara til val upp á. Tey eru við stórari umhugsan vald burtur úr rúgvuni, tí tey hoyra saman ella eru ein fortreyt fyri hvørjum øðrum.
Soleiðis er ríkisfelagsskapurin ikki nakað mál í sjálvum sær, men uttan hann vóru okkara persónligu frælsir - okkara rættur til at velja - ikki tey somu og uttan hann var vælferðin ikki á verandi støði. Eisini á nógvum øðrum økjum er ríkisfelagsskapurin ein fortreyt fyri verandi støði sum t.d. útbúgving, verja, rættarskipan, gjaldoyra, rætt til mangt og hvat o.m.a.
Ríkisfelagsskapurin er tað umhvørvi, sum okkara samfelag gjøgnum tey seinastu meira enn 600 árini hevur ment seg í til at vera á sama støði sum okkara grannalond á øllum økjum Ein avtøka av ríkisfelagsskapinum vil tí vera ein avtøka av møguleikum fyri framhaldandi menning. Men ein avtøka vil eisini vera eitt høgg av nógvum bondum landanna millum, høgg, sum fara at hava ólekjandi sár við sær.
Tí er tað ómetaliga umráðandi at gera sær greitt, at komandi fólkatingsval er eitt val um samband ella loysing og Sambandsflokkurin mælir øllum veljarum til við eini atkvøðu fyri einum sambandsvalevni at vísa á ríkisfelagsskapin sum okkara møguleika fyri varveita vunnin persónlig frælsir og vunna vælferð.