Ríkisdagsformaður vitjaði Tavuna

Í samband við vitjan av svenskum politikarum í Føroyum herfyri, fekk gulllaksavirkið Tavan høvi at vísa virkið í Leirvík fram.

Í samband við vitjan av svenskum politikarum í Føroyum herfyri, fekk gulllaksavirkið Tavan høvi at vísa virkið í Leirvík fram fyri eitt nú svenska ríkisdagsformanninum.

 

Tavan hevur ein munandi útflutning til Svøríkis, og tað var ikki minst í hesum sambandi, at sviar høvdu áhuga fyri hesi vitjan á virkinum, sum í fjør heyst eisini virkaði sildabitar til Svøríkis.

 

Á myndini er svenski ríkisdagsformaðurin, Urban Ahlin, saman vid Joen Magnus Rasmussen og Marner Pattinson úr Tavuni og Johan Mortensen, konsulenti.