Radikali flokkurin í Danmark er komin á pallin við einum uppskoti, sum uttan iva kann elva til eitt lívligt orðaskifti. Flokkurin sigur, at stakir fólkapensjonistar, sum hava eina inntøku oman fyri 281.000 krónur um árið, skulu rinda fyri at fáa heimahjálp. Fyri hjún ella sambúgvandi fólkapensjonistar skal markið vera 328.000 krónur.
Ein meiningakanning hjá Megafon vísir, at 58 prosent av danska fólkinum taka undir við, at fólkapensjonistar, sum hava ráð til tess, rinda fyri heimahjálpina. 36 prosent eru ímóti.