Rókin fingið sáttmála fyri 22 miljónir

Tað verður Sp/f Rókin, sum skal leingja fóðurbryggjuna í Fuglafirði við 70 metrum.

 

Entreprenørfyritøkan Sp/f Rókin, sum Jákup Martin Kjeld og synir eiga og reka, hevur í dag undirskrivað sáttmála við Havsbrún um at leingja fóðurbryggjuna í Fuglafirði. Tað var Sp/f Rókin, sum vann lisitatiónina, og í dag er so sáttmálin undirskrivaður. 

Hetta er ein verkætlan, sum ljóðar á stívliga 22 miljónir krónur, og sambært sáttmálanum skal leingjanin av bryggjuni verða liðug um eitt lítið ár - ella í februar mánaði næsta ár.

Tað vóru eisini aðrir stórir veitarar, sum bjóðaðu upp á hesa verkætlan, men tað var Sp/f Rókin, sum vann lisitatiónina og fekk arbeiðstøkuna. Landsbyggifelagið tók sær av útbjóðingini.

Hóast Sp/F Rókin er ein lutfalsliga lítil fyritøka, hevur fyritøkan kortini nógv jørn í eldinum. Í løtuni starvast 11 fólk hjá felagnum, men nú so nógv er at gera, verður helst brúk fyri nøkrum arbeiðsmonnum aftrat.

Sum skilst, er útbyggingin, sum nú skal fremjast í Fuglafirði, fyrsti partur av einari størri útbygging, sum eftir ætlan gongur fram til 2024. Arbeiðið, sum hesaferð varð boðið út, snýr seg um 70 metrar av bryggjukanti.

Bryggjan framman fyri fóðurvirkinum er 50 metrar sum er, og hon skal nú leingjast við 70 metrum inn eftir Fuglafirði.

Sp/f Rókin arbeiðir eisini við at útbyggja havnalagið á Hulki á Strondum, og hetta er eitt arbeiði, sum hevur verið í gongd í longri tíð. 

Í endanum av farna ári skrivaðu Klaksvíkar kommuna og Sp/f Rókin eisini undir sáttmála um at leingja bryggjuna niðan fyri vinnubygningin hjá Pomek á vestursíðuni av Klaksvíkini.

Her hevur Sp/f Rókin gjørt tveir sáttmálar - ein við Klaksvíkar kommunu og ein við Pomek, sum skal byggja nakað víðari, har kommunan sleppur.  Á tí partinum, sum Pomek stendur fyri, ætla teir at fáa betri umstøður til eitt nú at taka bátar upp.

Ein onnur verkætlan, sum Sp/f Rókin eisini hevur í gongd í løtuni, er víðkan av kirkjugarðinum á Glyvrum, har kirkjugarðurin verður víðkaður inneftir. Hetta arbeiði skal ætlandi verða liðugt einaferð í summar. 

##med2##