Rákið í Sosialinum í dag

Lívsstílsblaðið Rákið, kemur út saman við Sosialinum í dag við hópin av góðum tilfari

Hevur tú álit á tollarunum, ella ert tú ein av teimum mongu, sum ikki torir at bíleggja tær ein erligan dildo, tí tú ræðist tollin? Hetta spyrja vit tollmyndugleikarnar um í Rákinum hesaferð.

Eisini kanst tú lesa um Petrinu Berg, sum eigur mótahandilin Júniik í SMS, ella hvat við at læra at flætta uppí fruntin og at taka góðar myndir?

Rákið hevur eisini tvær stórar ferðafrásagnir, eina úr Tailandi og eina úr Reykjavík. Les eisini um handarbeiði, køkur og mótarák.