Ríki Romney rindar 15 prosent í skatti

Teir, sum kappast við Mitt Romney um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, kravdu mánadagin at fáa at vita, hvussu nógv tann ríki Romney rindar í skatti. Tað vildi hann ikki upplýsa tá, men í gjár segði hann, at hansara skattaprosent liggur um tvey 15.

Tað hevur fingið Hvítu Húsini og fleiri at siga, at hetta vísir bara, at Mitt Romney livir eitt heilt annað lív enn teir flestu amerikanararnir. Atfinnararnir vísa eisini á, at undir einum kjaki í Massachusetts segði Romney, at hann fekk eina minni upphædd fyri at halda røður ymsastaðni. Í teimum almennu skrásetingunum sæst, at í 2010 fekk hann næstan 400.000 dollarar fyri at halda røður.

Hildið verður, at Mitt Romney eigur einar 270 milliónir dollarar, og hann er sostatt ein tann mest múgvandi maðurin, sum nakrantíð hevur dyrgt eftir forsetaembætinum. Meginparturin av hansara inntøku stavar frá íløgum, og tá kapitalvinningur verður skattaður við 15 prosentum í USA, liggur hansara skattaprosent um tey 15, sum hann sigur. Hægsta skattaprosent fyri lønarinntøkur í USA er 35 prosent.