Joannie K. Rowling, sum hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter, hevur fingið so nógv burtur úr bókunum og filmunum um Harry, at hon telist nú millum tey ríkastu fólkini í Bretlandi.
Í einum yvirliti hjá blaðnum Sunday Times stendur, at J. K. Rowling er á 122. plássi, tá talan er um tað ríkastu fólkini í Bretlandi. Bøkurnar um Harry Potter og filmsrættindini hava givið henni 280 milliónir sterlingpund ella einar tríggjar milliardir krónur. Til samanberingar kann nevnast, at Elizabeth drotning er nummar 133 á sama lista. Hon eigur 250 milliónir pund ella umleið 2,7 milliardir krónur.
Bøkurnar um Harry Potter eru seldar í 190 milliónum eintøkum, og tær eru týddar til 40 mál.