Mong kenna helst Reimund Langgaard, ið hevur starvast sum trúboðari í Kambodja í tvey ár. Men nú ætlar 34 ára gamli leirvíkingurin sær inn á ting.
Herfyri kom hann heimaftur úr Kambodja og hevur nú latið seg stilla upp fyri Sambandsflokkin í Eysturoy. Reimund er eisini so smátt farin í holt við valstríðið, har hann millum annað vísir á drúgvu royndir sínar innan vinnulív, leiðslu og nýhugsan.
- Eg eri ein ígongdsetari og havi gott hugflog til at síggja nýggjar møguleikar og loysnir. Hetta eru eginleikar, sum eru neyðugir og viðkomandi í hesum tíðum, har fleiri reformar skulu gerast, vísir hann á.
Reimund hevur tvær ferðir verið uppstillaður til løgtingsval fyri Sambandsflokkin. Seinast fekk hann 106 atkvøður í Eysturoyar valdømi.
- Borgarligur politikkur innanfyri ríkisfelagsskapin er besta trygdin fyri vælferðini hjá borgarunum, slær Reimund Langgaard fast í samrøðu við Portalin.