Rík náttúra við nógvum sjófugli rænd frá framtíðar sandoyingum

komandi tunnilin fer at hava stóra ávirkan á náttúruna, heldur lívfrøðingur

Tað hevur ikki bert positivar avleiðingar, tá Sandoyartunnilin væntandi verður veruleiki um nøkur ár. Sandoyggin við ríku og serstøku náttúru síni er størsta rottufría oyggin í Føroyum. Hetta fer heilt víst at broytast, tá tunnil er til Sandoynna, heldur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur.

 

 

- Tá ið ferðslan kemur at økjast munandi eru útlitini fyri, at rotta kemur í Sandoynna so stór, at eg vildi sagt, at tað er 99 prosent sikkurt, skrivar hann í bloggi sínum

 

 

Sjúrður Hammer heldur, at tað er torført, at spáa um broytingar í vistskipanum men tey fleiri enn túsund pørini av skrápi og fleiri enn 10.000 pørini av lunda, sum reiðrast í oynnni fara at minka burtur í onki, um rottan kemur fyri seg í oynni. 

 

 

Hann vísur á, at ljós hevur verið varpað á hetta fyri, men at politikkarar ikki hava sæð álvaran í trupulleikanum og tað er spell.

 

 

- Møguleikin at uppliva eina ríka náttúru við nógvum sjófugli verður rændur frá framtíðar sandoyingum, tí hetta ættarliðið ikki hugsaði seg um, tá tey útbygdu samfelagskervi, sigur Sjúrður Hammer. 

 

 

Hann mælir til, at tiltøk verða sett í verk fyri at forða fyri, at rottan fær fótafesti í oynni, men hetta má gerast áðrenn tunnilin er liðugur, og hetta krevur vitan og gransking.

 

 

- Vit hava eitt ávíst áramal áðrenn sanoyartunnilin er liðugur, og tað vil vera mítt harðasta tilmæli, at tíðin verður brúkt til, at fáa tilbúgving og týningarætlan gjørda fyri Sandoynna, staðfestir hann.