Í nógv ár vóru bæði búskaparfrøðingar og onnur samd um, at búskaparlig framgongd ikki hevði við sær lukkuligari fólk. Men fleiri kanningar, sum leiðandi búskaparfrøðingar hava gjørt seinnu árini, vísa, at tað er eitt samband millum búskap og lukku.
Blaðið The Guardian skrivar, at ein kanning hjá trimum amerikanskum akademikarum – Daniel Sacks, Betsey Stevenson og Justin Wolfers – vísur, at fólk verða lukkuligari, tá ið inntøkan hjá teimum veksur.
Kanningin staðfestir, at fólk, sum eru væl fyri fíggjarliga, eru í miðal glaðari og meira nøgd enn tey, sum forvinna minni. Og fólk í teimum ríku londunum eru lukkuligari enn fólk í teimum fátæku londunum.
Einki mark
Kanningin hevur eisini funnið fram til, at tá ið bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) hjá einum landi veksur, so verða fólk glaðari. Og gongdin er tann sama, líkamikið hvussu stór fíggjarliga framgongdin er – tað er einki mark, har tað ikki verður so festligt longur. Niðurstøðan er heilt einfalt, at betri fólk eru fyri fíggjarliga, lukkuligari eru tey.
Kanningin hjá amerikumonnunum verður stuðlað av einum kanning hjá Ruut Veenhoven og Floris Vergunst, sum hava brúkt hagtøl hjá World Database of Happiness og funnið fram til, at tað er eitt samband millum gongdina í BTÚ og eydnusemi í flestu londum. Í teimum londum, har størsti búskaparvøksturin hevur verið er miðal eydnusemi eisini vaksið.
Myndatekstur:
Kanningar vísa, at samband er millum fíggjarstøðu og eydnusemi hjá fólki