Smáir fótbóltsspælarar í Sarpugerði minnast av góðum grundum ikki glæsiligu níti árini. Tíggju landskappingar eru avgreiddar, síðani GÍ seinast stóð við FM gullinum.
Sannlíkið fyri at úrslit sum tey í 1993-1996, tá ið GÍ vann fýra FM heiti á rað og tvær steypafinalur, nakrantíð aftur skal koma fyri í Gøtu, tykist í løtuni vera rættuliga lítið. Søguna og glæsiligu minnini kann eingin taka frá GÍ og ídnu fjepparunum, og tað skalar á ongan hátt áhugan og stuðulin fyri GÍ, at tað nú verður stríðst og kappast fyri at halda seg í miðjuni á bestu deildini og at liva í vónini um, at tað skal eydnast at vinna okkurt heiðursmerki og onkra ferðina at vinna steypafinaluna, sum GÍ gjørdi tað í 2005.
Eftir frá meistaraliðnum fyri tíggju árum síðani eru Poul Ennigarð og liðformaðurin og miðvallargeneralurin Sámal Joensen. Veteranurin var í fjør skaðaleysur, og hann spældi væl. Fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið hava víst, at Sámal framvegis er stak væl fyri. Tað hevur landsliðsvenjarin eisini borið eyga við.
Magni Jarnskor royndi at vera við í fjør, og hann hevði ætlað sær at hjálpt til í nýggja kappingarárinum, men tað bar ikki til. Skaðarnir hava verið ov nógvir.
Nakað av gjøgnumtrekki
Tað plagdi at verða tikið til, at hóast flytingin millum feløgini hevði tikið dyk á seg, so vóru gøtudreingir trúgvir móti sínum felag. At tað heldur ikki í Gøtu heilt er soleiðis longur, hava tað verið dømi um seinastu árini. Hetta kappingarárið er einki undantak. Onkrir teirra, sum hava verið roknaðir sum stuðlar undir framtíðar liðnum, hava eftir fleiri ár á besta GÍ liðnum gjørt av at royna eydnuna aðra staðni.
Hóast eitt sindur av gjøgnumtrekki so bilar mótinum einki í Sarpugerði. Har hava teir altíð dugað væl at klekja nýggjar spælarar til kappingina í fremstu røð, og soleiðis er tað framvegis. GÍ dúvar framvegis fyri tað mesta á egið tilfar, men gøtumenn hava tó ásannað, at tað er neyðugt at fáa fólk at hjálpa sær aðra staðni frá – eisini úr útlandinum.
Eftir næstan niðurflytingina í 2005 tóku fleiri av yngru monnunum við ábyrgd í fjør. Áræðið er stórt. Tað er fíggjarliga fyrilitið eisini. Hugburðurin er, at felagið skal ikki koma í óføri av at keypa seg til fyritreytir fyri góðum úrslitum. Royndirnar hava víst, at sovorðið býtur seg sjálvt í hælan. Einki bendir tó á, at GÍ næstu árini aftur fer at koma so illa fyri, sum gøtumenn vóru fyri tveimum árum síðani.