Róin Biskopstø vann trolbøting

Ikki færri enn 21 luttakarar vóru við í kappingini í trolbøting á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, og skjótastur gjørdist klaksvíkingurin, Róin Biskopstø. Honum á baki komu tveir viðingar, Ísak Petersen og Marner Sivertsen.
Róin hevði tíðina 3.11.82 minuttir, Ísak 3.13.03, og á triðja plássi Marner Sivertsen við tíðini 3.18.45.
Nógv fólk fylgdi kappingini í trolbøting á pallinum á Stangarbrúnni.
Dómari og eftirlitsmaður aftur í ár var Sámal Olsen, sum er royndur í leikum á trolvirkinum, Vónini.
Aftur í ár var Dagny Christiansen við sum einasta kvinna.
Tað eydnaðist henni ikki at blanda seg millum tríggjar teir kvikastu, men í fjør sóu vit, at hon var skjótari við nálini enn onkur skipari, sum tá var á pallinum saman við henni.