Stórar vónir vóru settar til Lewis Hamilton, sum hevur havt eitt framúrskarandi kappingarár í McLaren-bilinum.
Hamilton byrjaði eisini fremstur, og somuleiðis var tað hann, ið kom fyrstur út á fyrstu rundu. Men seinni í kappkoyringini streyk Räikkönen framvið honum, og helt hann fyrsta plássið allan vegin á mál.
Hamilton hevði m.a. trupulleikar í pittinum, og hetta kostaði honum eisini 2. plássið, sum liðfelagið hansara, Fernando Alonso, vann. Ein uggan til vánaliga kappingarárið hjá heimsmeistaranum.
Í samlaðu kappingini er Lewis Hamilton tó framvegis fremstur, heili 12 stig niður til Fernando Alonso. Á 3. og 4. plássi eru koyrararnir hjá Ferrari, Kimi Räikkönen og Felipe Massa, sum nú hava ávíkavist 52 og 51 stig.










