Formil 1
Stórar vónir vórðu undan kappkoyringini settar til Lewis Hamilton, sum hesaferð skuldi koyra fyri heimaáskoðarunum á Silverstone í Onglandi.
Hamilton byrjaði eisini fremstur, og somuleiðis var tað hann, ið kom fyrstur út á fyrstu rundu. Men seinni í kappkoyringini streyk Räikkönen framvið honum, og helt hann fyrsta plássið allan vegin á mál.
Hamilton hevði m.a. trupulleikar í pittinum, og hetta kostaði honum eisini 2. plássið, sum liðfelagið hansara, Fernando Alonso, vann. Eitt triðja pláss má sigast at vera skuffandi fyri Hamilton, seraliga tí fleiri túsund fólk frá øllum Bretlandi vóru savnað saman. Viðhaldsfólkini hjá Hamilton kunnu tó framvegis fegnast um, at Hamilton er klárt á odda í samlaðu støðuni.
Heimsmeistarin, Fernando Alonso, fekk eina lítla uppreisn við at koma næstur á mál, men samanumtikið hevur hetta kappingarárið ikki verið tað besta hjá honum.
Liðfelagin hjá Räikkönen, brasilski Felipe Massa, mátti vegna trupulleikar við motorinum byrjað í pittinum. Hann kom tó sera væl frá tí, og koyrdi seg á eitt fimta pláss.
Næsta kappkoyring verður evropakappkoyringin, sum verður koyrt á Nürburgring-breytini í Týsklandi.