BYGNINGUR
Stóra ríðihøllin hjá Leif Berg og Berg Hestum er nú reist. Høllin liggur undir oyggjarvegnum í Havn, fáar metrar frá vallaraheiminum hjá Smyril-Line. Talan er um eina stóra ríðihøll og fjós til 30 ross. Bygningurin er 33 metrar langur og 24 metrar breiður. Uttan fyri er pláss til rossini at ganga. Økið, har bygningurin stendur, er leigað frá Tórshavnar býráð, í alt 17.000 fermetrar.
Ríðihøllin er ein gamal dreymur hjá Leif Berg.
- Eg byrjaði at arbeiða við hugskotinum um eina ríðihøll í 1985 og hevði ætlanir um at byggja hana aðra staðni, men kreppa og annað steðgaðu teirri ætlanini, greiðir Leif Berg frá.
Ríðing fyri brekað verður grundarlagið undir rakstrinum av nýggju høllini.
- Eg havi nóg mikið av gera við heimamarknaðinum, hesin parturin økist í hvørjum, sigur Leif Berg
Umframt ríðingina fyri brekað er ætlanin, at ferðavinnan og ríðiskúlin skulu geva eitt avkast.
- Tá ið høllin er tikin í nýtslu, er ætlanin at skipa ein ríðiskúla. Tað verður kortini ikki sum aðra staðni, har næmingar koma regluliga til undirvísing í ríðing. Aðra staðni fáa ríðiskúlar almennan stuðul, so er ikki her og tí ber ikki til at skipa ríðiskúla er slíkum leisti. Vit verða noydd at skipa skúlan øðrvísi, sigur Leif Berg.
Leif Berg hevur í nógv ár skipað fyri ríðing fyri brekað, og í dag ganga eini 30 børn til ríðing umframt onnur brekað frá ymsum stovnum. Upprunaliga var ætlanin, at ferðavinnan skuldi eiga ein størri leiklut í nýggju ríðihøllini, eitt nú við ríðistovu, har ferðafólk eisini kundu gista. Henda ætlanin er slept orsakað av vantandi stuðli frá ferðavinnuni sjálvari.
Berg Hestar eiga 20 ross, írestandi tíggju básarnir verða leigaðir út. Í løtuni arbeiða trý fólk hjá Berg Hestum.
Ríðihøllin er mett at kosta 2,4 mió. krónur, men av tí at mest sum øll høllin er gjørd við sjálvbodnari arbeiðsmegi og tilfari, Leif Berg sjálvur hevur flutt inn, fer høllin at standa í umleið 750.000 krónur, tá ið hon er liðug. Høllin hevur fingið stuðul frá Grunni Ferðavinnunnar, svarandi til 20 prosent av 50 prosentum av allari íløguni.
Gongst sum ætlað verður høllin tikin í nýtslu 1. juni, og tá flytir alt virksemið hjá Berg Hestum, sum nú er við Marknagilsvegin, niðan undir oyggjavegin.