Bæði liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ og liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax eru framvegis partur av stríðnum at vinna seg upp á triðja plássið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, ið gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini tá grundspælið er liðugt.
Brandur Halgirsson skoraði eitt mál tá hann og liðfelagarnir í Ajax fyrr í dag vunnu sannførandi 26-18 sigur á Vendsyssel á útivølli. Í steðginum var Ajax á odda 12-8.
Rói Berg Hansen skoraði í dag eitt mál fyri HØJ, ið fyrr í dag vann 29-26 á Grindsted á heimavølli. Í fyrra hálvleiki leikaði sera javnt á, og stóð á jøvnum 12-12 í steðginum.
Ajax hevur 33 stig á triðja plássi. Midtjylland og HØJ hava 31 stig hvør. Tað eru hesi trý liðini sum stríðast um at vinna triðja plásið í grundspælinum, ið gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini.
HØJ hevur tveir dystir eftir at leika í grundspælinum. Teir eru móti Team Sydhavsøerne á útivølli 10. apríl, og móti Skive á heimavølli 17. apríl. Skive er næstfremst við 40 stigum.
Ajax hevur eisini tveir dystir eftir at leika í grundspælinum. Teir eru móti Odense á heimavølli 9. apríl, og á útivølli móti Otterup 17. apríl. Otterup stríðist fyri at sleppa undan upp- og niðurflytingardystum móti einum liði úr triðbestu deildini, og tí kann tann dysturin gerast torførur hjá Ajax.
Støðan:
NR | LIÐ: | Dystir | STIG |
1 | Nordsjælland | 24 | 43 |
2 | Skive fH | 24 | 40 |
3 | Ajax | 24 | 33 |
4 | HC Midtjylland | 23 | 31 |
5 | HØJ | 24 | 31 |
6 | Sydhavsøerne | 24 | 24 |
7 | Skovbakken | 23 | 23 |
8 | Grindsted | 24 | 23 |
9 | Otterup | 23 | 22 |
10 | HEI Skæring | 24 | 21 |
11 | Tønder | 23 | 15 |
12 | HC Odense | 24 | 11 |
13 | Vendsyssel | 24 | 10 |
14 | SUS Nyborg | 24 | 5 |