Rói: Nú taka vit bara og sorla Frakland sundur

(Rás2) Rói Berg Hansen gjørdist toppskjútti hjá Føroyum við málum í HM-dystinum ímóti Ungarn

- Nú taka vit bara og sorla Frakland sundur. Soleiðis sigur Rói Berg Hansen, sum var toppskjútti við fimm málum, tá Føroyar taptu 23-32 ímóti Ungarn í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Róa Berg Hansen aftaná HM-dysturin ímóti Ungarn var liðugur.

 

Rói Berg Hansen heldur, at Ungarn vann uppiborið á Føroyum. Tað gekk rættiliga væl eitt skiftið í seinna hálvleiki, tá Føroyar komu uppá 20-23, men tað kravdi nógvar kreftur at stríða seg innaftur í dystin, ásannar Rói Berg Hansen.

 

Toppskjúttin hjá Føroyum í dag var illa nøgdur aftaná dystin ímóti Týsklandi ígjár, og hann sigur seg verða spentan uppá hvat hann fer at siga aftaná áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi, sum verður spæld mikudagin klokkan 14.