Í sjey ár hevur 23 ára gamli miðvallarin, Rói Heðinsson Olsen, verið fastur fúsur í blá-svarta hópinum hjá EB/Streymi. Hann spældi undanfarna kappingarár 18 dystir í Betri-deildini, umframt nakrar við 2. deild.
-Hann hevur nú spælt 99 dystir í bestu deildini, og fekk í ár sítt fyrsta mál - eitt sera vakurt langskot í heimadystinum móti Víkingi. Uppleggið til málið kom hóskandi frá bróðrinum Bárði, skrivar EB/Streymur.
Bárður H. Olsen heldur ikki fram í EB/Streymi. Hann venur í løtuni við B36. Ronni Møller-Iversen er nýggjur í hópinum, meðan spælarar sum Magnus Jarnskor, Fannhard Skoradal, Ragnar Danielsen, Rói Zachariasen, Símun Sólheim Hjalti K. Djurhuus, Niklas Kruse og Andras Olsen eru millum teirra, sum hava longt sáttmálan.










