Úr Heimi Njarðar – Kavingarsmiðstøð í Havn

Johan Mortensen, Valevni
----



Tað er ein undurføgur heimur sum er beint undir vatnskorpuni kring okkara vakra land. Tað er sera áhugavert at síggja myndir og frásagnir sum Ingi Sørensen og aðrar kreativar eldsálir í Tórshavnar Froskmannafelag ríka okkum við.

Í Orkney oyggjunum er kaving eitt munandi íkast til teirra ferðamannavinnu. Fólk úr øllum heiminum koma til Scapa Flow at kava og hyggja eftir herskipunum frá fyrra heimsbardaga sum enn eru á botni har og so sjálvandi dregur eisini vakra umhvørvi á hesum okkara grannaoyggjum.

Tað er ongin ivi um at vit einum sindri av good will frá Tórshavnar Býráð er lætt at gera karmar fyri hesa vinnu. Tað skal ikki meira til enn eini 10 kavingarsett, hølisviðurskifti og einir tveir instruktørar so eru vit komin væl á vegis. Upplagt varð at td., Norðlýsið var við í slíkum virksemi og øll kenna Birgir Enni og hansara lívslanga alsk til kaving og alt tað sum okkara ríka hav gevur av skeljadjórum og fiski. Her eru veruliga møgulleikar bæði fyri kommerciellari ferðamannavinnu og til stóra gleði hjá okkum øðrum, ungum sum gomlum.

Umframt útlendingar eri eg sannførdir um at eisini nógvir Føroyingar vildu havt áhuga at roynt at kava og vitja ríkið hjá gávumilda havgudinum Njøri, tað er ongantíð ov seint at byrja...

Komi eg í Býráði vil eg stuðla Tórshavnar Froskmennafelag við teirra óføru ætlanum á hesum øki.