Sebastian Dam gjørdist fyrsti fulltíðarsetti fysiski venjarin í Betrideildini, tá ið hann bleiv settur undan kappingarárinum í fjør sum partur av venjaratoyminum hjá Jens Berthel Askou.
Men 1. apríl tók Sebastian Dam við nýggjum starvi, tá ið hann gjørdist fysiskur venjari hjá AC Horsens í Superliguni, har júst Jens Berthel Askou sum kunnugt er venjari nú, og har føroyski landsliðsskiparin, Hallur Hansson, eisini er liðskipari.