Ráðharri vil ikki minka toskakvoturnar

Danski fiskimálaráðharrin, Mette Gjerskov, er ímóti, at toskakvoturnar í Norðsjónum og Skagerak verða minkaðar, soleiðis sum ES ynskir.

Við danska blaðið Fiskeri Tidende sigur hon, at kvoturnar skulu vera á sama støði, sum tær eru í dag.

Fiskimálaráðharrin hevur úttalað seg í sambandi við samráðingarnar millum ES og Noreg um eitt nú kvoturnar í Norðsjónum og Skagerak, eins og hon hevur borið síni sjónarmið fram í sambandi við ráðharrafund, sum verður í hesum mánaðinum í Brüssel, har kvoturnar fyri næsta ár endaliga skulu samtykkjast.

Tað er ES-nevndin, sum í sínum uppskoti til kvotur fyri 2013 mælir til eina minking av TAC'num í Norðsjónum og Skagerak á 20%.

Nevndin metir, at meiri skal leggjast upp fyri, tá ræður um fiskadeyða. Umsitingarætlanin skuldi endurmetast í 2011, men hetta er ikki gjørt.

Mette Gjerskov sigur við Fiskeri Tidende, at hon tekur undir við tí uppskoti, sum blaðið hevur ført fram í hesum máli, og hon leggur dent á, at Danmark hevur brúk fyri teimum kvotum, sum er í Norðsjónum og Skagerak.

Fiskimálaráðharrin hevur enn ikki havt høvi at umrøða ætlaðu skerjingarnar við sínar starvsfelagar í ES, men hetta ætlar hon at gera, tá ráðharrarnir í ES hittast til fundar í desember.