Ráðharri kann missa doktaraheitið

Í 1980 fekk týski mentamálaráðharrin, Annette Schavan, doktaraheiti í heimsspeki, men nú hevur ein nevnd á heimsspekideildini á lærda háskúlanum í Düsseldorf mælt til, at doktaraheitið verður tikið frá henni.

Í grundgevingini sigur nevndin, at Annette Schavan (myndin) hevur brúkt tilfar hjá øðrum til sína doktararitgerð. Ritgerðin er 350 síður, og sambært nevndini eru 60 teirra tiknar frá øðrum. Sjálv hevur Annette Schavan víst skuldsetingini aftur.

Týskir fjølmiðlar skriva, at málið minnir um málið ímóti fyrrverandi verjumálaráðharanum Karl-Theodor zu Guttenberg. Hann bleiv roknaður sum møguligur eftirmaður hjá Angelu Merkel, men hann misti bæði doktaraheitið og ráðharrasessin, tá tað bleiv avdúkað, at hann hevði stolið meginpartin av tí, sum stóð í hansara doktararitgerð.

Avgerðin um doktaraheitið hjá Annette Schavan fellur tann 22. januar.