Ákæruvaldið í Ukraina sigur nú, at tað var landsins táverandi innanríkisráðharri, sum gav boð um at myrða tann atfinningarsama tíðindamannin Georgij Gongadse í 2002. Morðið gjørdist byrjanin til kollveltingina og tær politisku rembingarnar í Ukraina.
Fleiri fólk hava sitið í fongsli fyri morðið, men myndugleikarnir hava ongantíð viljað sagt, hvør veruliga stóð aftanfyri. Ikki fyrr enn nú sigur ákæruvaldið, at tað var táverandi innanríkisráðharrin, Jurij Kravtjenko, sum doyði fyri fimm árum síðani.
Georgij Gongadse skrivaði fleiri sera atfinningarsamar blaðgreinar, har hann avdúkaði svik og mutur í stjórnini hjá táverandi forsetanum, Leonid Kutjmas. Aftan á morðið vildu fleiri vera við, at tað mundi vera forsetin sjálvur, sum hevði givið boð um at beina fyri Gongadse, men tað er prógvað.










