Ráðharravitjan úr Grønlandi

Grønlendska landsstýriskvinnan Mimi Karlsen hevur verið á vitjan í Føroyum í sambandi við álit um støðuna í grønlendsku miðlunum.

Mánadagin og týsdagin hevði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, vitjan av grønlendska mentamálaráðharranum, Mimi Karlsen (IA). Talan var um eina óformliga vitjan, har Mimi Karlsen eisini hevði høvi at hitta Johan Dahl, landsstýrismann í javnstøðumálum og Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, øki, sum Mimi Karlsen eisini varðar av heima í Grønlandi.

Á fundunum kunnaðu ráðharrarnir hvønn annan um viðurskifti á teirra økjum í báðum londunum.

Høvuðsorsøkin til vitjanina hjá Mimi Karlsen er, at í vetur fekk hon handað eitt fjølmiðlaálit, sum viðger støðuna hjá grønlendsku miðlunum í dag. Í álitinum verður m.a. nógv gjørt burtur úr málspurninginum í grønlendsku miðlunum, har danskt hevur ein nógv størri leiklut, enn vit kenna til í føroyska fjølmiðlaheiminum nú á døgum.

Í hesum sambandi varð skipað fyri fundi í Kringvarpinum, har grønlendski ráðharrin hitti umboð fyri føroyskar fjølmiðlar og Málnevndina, og greitt varð frá,

hvønn týdning føroyska málið hevur í føroyskum fjølmiðlaarbeiði.

Eisini varð vitjað í Norðurlandahúsinum, har Urd Johannesen tók ímóti og greiddi frá um húsið, og á Listasavni Føroya, har Nils Ohrt greiddi frá um savnið og føroyska list. Vitjað varð eisini á Steinprent, har høvi var at síggja framsýningina hjá Marius Olsen, sum har hongur í løtuni, og at hoyra Jan Andersson greiða frá um arbeiðið hjá Grafiska verkstaðnum.

Mimi Karlsen varðar eisini av kirkjumálum, og tí var hon eisini á vitjan í Biskupsgarðinum, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, greiddi frá um føroysk kirkjulig viðurskifti.

- Tað var sera áhugavert at skifta orð við Mimi Karlsen um felags viðurskifti á mentanarøkinum, serliga um týdningin av at menna móðurmálið gjøgnum fjølmiðlarnar og serstakliga gjøgnum public service sáttmálan, greiðir Helena Dam á Neystabø frá. Vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum.

Mimi Karlsen fór av stað aftur í dag. Leiðin heim liggur um Ísland, har hon eisini ætlaði at seta seg inn í málsligu viðurskiftini á fjølmiðlaøkinum og at vitja mentanarstovnar.