Í einum minni oyggjaflokki í Atlantshavinum á 62/6.5o stigum eru aðrar og størri dimentiónir, tí hetta lítla samfelagið hevur í meira enn 4 ár Guinnessmet við at hava oljumálaráðharra við ongari olju, og metið verður kanska ikki minni skemtiligt komandi 3 árini.
Og nú er so eitt annað kuriosum komið fram í ljósið: Sprænnýtt lógmálaráð /justitsministerium) er sett á stovn óivað við embætum, størvum og annað hartil hoyrandi at fyrireika yvirtøkur av dómsvaldi við trimum instansum og løgregluvaldi. Altso, eitt ministerium við ongum lógum.
Hava menn gloymt ministeriið til okkara fólkakirkju, er hon ikki, um vit so kunnu siga, meira aktuel enn olja, dómhús og gegl? Eiga vit ikki onkran ambitiøsan, væl skikkaðan prest og onnur tignarfólk at manna eitt kirkjumálaráð? Og hvussu við øðrum raðfestum yvirtøkum, er alt hetta gloymt?
? Eingin neyð, tað magiska talið 10 verður stóri pottur: Ráðharri uttan portefeuille, segði ein skemtari, kanska beinrakið.
Ráðharrar við fiktivum málsøkjum, lat tað so fara. ? Látur sigst at vera stimbrandi fyri ta góðu heilsuna, men í hesum føri er hann ? láturin ? dýrt keyptur.
Tað er ikki heilt burturvið at siga, at vit hava fingið áttati árini umaftur við sama góða handalagi, men í øðrum líki. Tær mongu lógirnar um almenn veðhald og lán úr landskassanum eru allar skrottaðar, ? men hvussu er tað nú, at állurin málber seg á donskum?
Ikki øðrvísi, men meira skelkandi fingu vit nú ein dagin at vita frá okkara nýklakta heilsumálaráðharra, at hann kudni hugsað sær at farið í journalirnar á okkara sjúkrahúsum fyri at skráseta har framdar abortir og soleiðis eisini sneytað í okkara mest privatu viðurskiftum.
Heilsustimbrandi láturin innblástur av oljumálaráðnum og lógmálaráðnum bráðtagnaði.
Hetta, at ein politiskur myndugleiki umhugsar at fara í stongdar journalir á sjúkrahúsum, má haldast at vera so álvarsligt brot á alla mannavirðing og sømiligheit, at í framkomnum londum hevði ein slíkur persónur ætlandi fingið sessin skriktan undan sær í somu løtu, orðini um at snata í sjúkrahúsjournalum vóru komin yvir hansara munn.
Abort úti á Tinganesi er kanska ikki óhugsandi? Journalin er sjálv- og kunngjørd.