- Ráðhúsið og plássið framman fyri hevur nú í nógv ár ligið við brotnum kantum og flisum. Hetta er ikki nøktandi fyri Havnina sum høvuðstaður, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Borgarstjórin sigur, at undan ólavsøku vóru stig tikin til at leggja nýggjar flisar framman fyri bygningin. Trappan skal ikki gerast av nýggjum, men rættast og skal breiðkast nakað. Serliga verður tikin hædd fyri atkomuni hjá rørslutarnaðum.
Arbeiði byrjar nú mánadagin og verður eftir ætlan liðugt í viku 43. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at tað er sum minst til ampa fyri starvsfólk og vitjandi.
Tað eru Zeta arkitektar, sum hava teknað trappuna og Sp/f Hjálpirót kemur at gera arbeiðið.