Rógvi veit hvussu ein skorar ímóti Sveis

(Frá Rás2) Hoyr samrøðuna, sum var við søguliga toppskjúttan á landsliðnum, Rógva Jacobsen í SportBoxini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Rógva Jacobsen, søguligan toppskjútta á føroyska landsliðnum í sendingini SportBoxin á Rás2.

 

5. juni vóru liðin 12 ár síðani Rógvi Jacobsen skoraði ímóti Sveis á Svangaskarði í HM-undankappingardysti. Rógvi undirstrikar tó, at Sveis hevur altíð verið eitt torført mótstøðulið hjá Føroyum, sum fimm tap í fimm dystum eisini prógvar.

 

Rógvi Jacobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge á Tórsvølli í kvøld, tá Føroyar spæla HM-undankappingardyst ímóti Sveis.

 

Rógvi greiddi í sendingini frá, at hann nú er blivin ein av teimum "gomlu" monnunum, sum stendur undir Atlantis í Klaksvík og rópar á KÍ.