TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var beinleiðis á Rás2 seinnapartin millum klokkan 15.10 og 16.
Gestir vóru Rógvi Jacobsen, søguligur toppskjútti á landsliðnum, og Teitur Joensen.
Prátið við Rógva Jacobsen snúði seg serliga klassikkaran millum HB og KÍ, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali, sunnudagin klokkan 15. Rógvi Jacobsen var eisini biðin um at tippa úrslitið av dystinum millum HB og KÍ, og har hellir Rógvi Jacobsen til ein KÍ-sigur.
Teitur Joensen og Tróndur Arge viðgjørdu allar teir fimm dystirnar, sum verða leiktir í effodeildini hetta vikuskiftið, og Teitur Joensen kom við sínum metingum. Eisini var kappingarbyrjanin í Premier League umrødd.
Dystirnir í effodeildini hetta vikuskiftið eru:
Fríggjadagin klokkan 18.30: ÍF-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15 :
HB-KÍ (Rás2 sigur frá dystinum)
Skála-NSÍ (Rás sigur frá dystinum)
TB-AB
B68-B36