Rógvi úti komandi vikurnar

Tað kom sum ein dyggur smeitur hjá bæði Rógva Jacobsen og IL Hødd, tá læknin í gjár staðfesti, at føroyski landsliðsleikarin neyvan verður á vøllinum aftur komandi tríggjar vikurnar. Hann fekk eina forstrekning undir venjing í gjár.

Tað hevur gingið sera væl hjá Jacobsen, síðan hann skifti til næstbestu deildina í Noregi. Higartil hevur hann skotið trý mál í seks landskappingardystum fyri IL Hødd.