Rógvi: Strævnari at verða miðvallari enn miðverji

(FM1) Tróndur Arge fekk eitt prát við starvsfelagan, Rógva Baldvinsson sum er programleiðari á einari útvarpsstøð

Lokala útvarpið "Jærradiogruppen" hevur millum starvsfólk síni ein føroyskan landsliðsspælara, ið eisini spælir við Bryne. 


Talan er um Rógva Baldvinsson, ið vanliga leikar í miðverjuni hjá Bryne í triðbestu norsku fótbóltsdeildini. Í dag stríddist Rógvi Baldvinsson á miðvøllinum á føroyska landsliðnum sum megnaði javnleik 1-1 ímóti Kosovo á Tórsvølli.

 

Rógvi Baldvinsson viðgongur, at tað er munandi strævnari at verða á miðvøllinum enn í miðverjuni.

 

Rógvi tók eitt gult kort fyri liðið í fyrra hálvleiki, og hann kom eisini til ein málmøguleika.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hjá FM1 gjørdi við starvsfelagan í norskum útvarpi, Rógva Baldvinsson.