Talan var um ein venjingardyst millum KR og gamla felagi hjá Julian Johnsson, ÍA av Akranesi, sum var fingin í lag, tí at tveir útlendskir spælarar í hesum døgum eru til royndarvenjingar í KR.
Fyrsta málið hjá Rógva í KR
Teir báðir útlendingarnir, sum í løtuni royndarvenja í KR, eita ávíkavist Helmis Matute og Mychal Turpin, og teir eru ávíkavist verjuleikari og miðvallari.
Rógvi myndaði saman við Arnar Gunnlaugsson álopið hjá KR, og álopsfelagin legði KR á odda, tá ið eitt lítið korter var farið av dystinum.
Í seinna hálvleiki gjørdi føroyski landsliðsmaðurin vart við seg, tá ið hann átta minuttir eftir steðgin var hægstur og stútaði bóltin í netið til 2-0. Hetta er fyrstu ferð, at Rógvi hevur skorað fyri KR, síðani hann fór til Íslands, og tað kemur óivað væl við hjá klaksvíkinginum, at hann endiliga fær víst sítt máltev í Íslandi.
Stutt eftir málið hjá Rógva legði Arnljótur Ástvaldsson KR á odda 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.











