Rógvi S. Holm heldur fram í HB

Miðverjin á U-21 landsliðnum og HB hava valt at leingja samstarvið við einum árið. Rógvi S. Holm kom til HB 2010 og var við til at vinna FM. Hann var somuleiðis partur at liðnum, sum endaði nummar átta í ár.

 

Rógvi Sjúrðarson Holm er 21-ára gamal og er liðskipari á U-21 landsliðnum. Hann er uppvaksin á Argjum og hevur eisini roynt seg í Skotlandi við Aberdeen. Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár.

 

HB boðaði í gjár frá, at Alex José dos Santos verður ein partur av hópinum komandi ár.

 

(Mynd: www.hb.fo)