Leygardagin spældi KR dyst ímóti Keflavík í einari av steypakappingunum undan sjálvari landskappingini, sum byrjar í mai. Dysturin endaði við, at Keflavík vann 3-1. Rógvi Jacobsen spældi allan dystin í álopinum hjá KR.
Hóast vit taptu dystin, so var venjarin væl nøgdur. Vit hava arbeitt við okkara spæliskipan seinastu tíðina, og hann var væl nøgdur við hendan partin, sigur Rógvi.
KR minkaði til 2-1 eftir ein góðan tíma, men tá ið liðið síðani royndi at fáa útjavnandi málið, hevði tað við sær, at Keflavík fekk triðja málið stutt fyri leiklok.