Íslendska felagið KR fekk vánaliga byrjan í íslendsku landskappingini í gjár. KR spældi ímóti meistaraliðnum FH á heimavølli, og tað endaði við 3-0 tapi. Í hálvleikinum var støðan 2-0 til FH, og teir skoraði eitt mál afturat stutt fyri leiklok. Rógvi Jacobsen spældi allan dystin í álopinum hjá KR, men hendan dagin var eydnan ikki við honum og liðfeløgunum. Stívliga 3.000 áskoðarar vóru til dystin, og tað er tað mesta, sum hevur verið til ein dyst ímillum hesi bæði feløgini á heimavøllinum hjá KR.