Rógvi og Per føroyameistarar

Teir báðir Rógvi Mohr og Per Holm Anderson vunnu týskvøldið føroyameistaraheitið í bogaskjóting í ávíkavist recurve og compound.

Týskvøldið skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri FM-kapping á 18 metra frástøðu fryi vaksin í hølum felagsins í Runavík. Skotið var í bólkunujm recurve og compound við 60 pílum í innleiðandi umfari og eftirfylgjandi finaluumførum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Recurve
Í bólkinum recurve vóru 6 luttakarir har Rógvi Mohr, Ørvur, legði seg í oddin beinanvegin og helt tørn. Hann vann innleiðandi umfarið við (273+262) 535 stigum og persónligum meti. Næstu tveir skjúttarnir vóru javnir í stigum og mátti tí gerast av við, hvør hevði flestar 10-arar. Nr. 2 bleiv Annika Vang, Ørvur, við (261+245) 506 stigum og 15 10-arum, nr. 3 bleiv Kristian Niclasen við (255+251) 506 stigum og 12 10-arum.
¼-finalurnar:  Rógvi og Annika sótu yvir fyrsta dyst, ímeðan ein dystur var millum Kristian Niclasen- Tórhallur Simonsen, Vágaskot,  og endaði 93-75. Hin dysturin var millum tvier vágamenn Øssur Hansen og Tórfinn Hansen og skutu teir 97-97. Tí var neyðugt við umskjóting har hvør teirra skuldi skjóta ein píl. Tórfinn vann umskjótingan og dystin við at skjóta 8 ímóti 4 hjá Øssi.
½-finalurnar:  Rógvi-Tórfinn 109-81 og Annika-Kristian 100-96.
Dysturin um bronsuna var millum Kristian og Tórfinn og endaði 85-89.
Dysturin um at gerast føroyameistari var millum Rógva og Anniku, sum vann kappingina í fjør. Dysturin endaði 108-103 og nýggjur føroyameistari í recurve bleiv Rógvi Mohr úr Ørvi. Hetta má metast sum eitt sera flott avrik av Rógva, sum í vetur var so mikið óheppin, at hann breyt bæði handliðini í sambandi við arbeiði hjá sær.
Av hesi orsøk hevur Rógvi einans vant í umleið tríggjar vikur, áðrenn kappast var um føroyameistaraheitið.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Compound
Í bólkinum compound vóru 7 luttakarir. Innleiðandi kappingin var sera jøvn og skiltu bert 4 stig skjúttarnar frá nr. 1-5. Nr. 1 bleiv Jóannes Poulsen, Ørvur, við (287+276) 563 stigum, nr. 2 Jógvan Niclasen, Tambar, við (285+276) 561 stigum og nr. 3 Albert Dam, Ørvur, við (279+280) 560 stigum. Per Holm Andernsen og Schandorff Vang høvdu báðir 559 stig.
¼-finalurnar:  Jóannes sat yvir fyrsta dyst, hinir dystirnir endaðu soleiðis: Jógvan Niclasen-Kaj Johannesen, Ørvur, 111-104, Albert Dam-Kristoffer Andreasen, Ørvur, 114-105 og Per H. Andersen, Ørvur,-Schandorff Vang, Ørvur, 109-101.
½-finalurnar: Í báðum dystunum gekk sera javnt á og var neyðugt við umskjóting í einum teirra. Jógvan-Albert 112-112, umdystin vann Jógvan við 10-9. Per-Jóannes 110-108.
Dysturin um bronsuna var millum Albert og Jóannes og endaði. 109-106.
Dysturin um at gerast føroyameistari var millum Per og Jógvan og var bæði spennandi og javnur. Dysturin endaði 113-112 og nýggjur føroyameistari í compound bleiv Per Holm Andersen úr Ørvi.
Statoilstøðin í Saltangará lat heiðursmerkir til kappingarnar.