Talan var um eina gallaveitslu í rætta stílinum, har tey ungu vóru pyntað og uppsnollað, og veitslan, sum H71 aftur í ár hevði tikið stig til, stóð lítið aftan fyri tað, vaksnu hondbóltsspælararnir eru vanir við, tá kappingarárið er at enda komið.
Forkvinnan í H71, Sunneva Jakobsen, bjóðaði øllum vælkomin, og so segði Anya Midjord frá Hondbóltssambandinum eisini nøkur orð. Eitt av innsløgunum, teimum ungu dámdi væl, var Finnur Jensen, sum við gittara og sangi undirhelt veitslugestunum.
Tá maturin frá Hvonn var fingin niðurum, var tíðin kom til spennandi løtuna, tá tey bestu hetta kappingarárið skuldu heiðrast. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tey, ið vóru kosin ársins hetta og ársins hatta á gallaveitsluni hjá teimum ungu.
Ársins bestu 2008/09
Ársins stjørnuskot
Gentur: Birita Mortansdóttir, Kyndil
Dreingir: Mikkjal Hansen, Neistin
Ársins verjuspælari
Gentur: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir: Sjúrður Nielsen, VÍF
Ársins málverji
Gentur: Silja í Liða, Neistin
Dreingir: Mikkjal Hansen, Neistin
Ársins álopsspælari
Gentur: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir: Magnus Müller, VÍF
Ársins venjari
Gentur: Marian Cirloganescu, StÍF
Dreingir: Danny Syhler, H71
Ársins spælari
Gentur: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir: Rógvi Sørensen, H71