Føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í Bryne eru nú oddalið í triðbestu fótbóltsdeildini í Noregi.
Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin tá Bryne ígjár tók ímóti Egersund á heimavølli.
Úrslitið var, at Bryne vann 2-1. Thierry Dabove legði Bryne á odda við einum brotssparki tá eitt korter var farið av dystinum. Seks minuttir seinni økti Andreas Dybevik til 2-0. Tá 36 minuttir vóru farnir minkaði Egersund um munin til 2-1, men fleiri mál komu ikki í dystinum, og í Bryne kunnu teir fegnast um oddasessin.
Bryne hevur 13 stig aftaná fimm dystir. Nummar tvey er Vard Haugesund við 12 stigum. Nummar trý er Sotra við 10 stigum.
Kappingin er skipað soleiðis, at fyrst hava tey 14 liðini ein dyst móti hvørjum øðrum. Aftaná innleiðandi 13 umførini fara tey sjey ovastu liðini víðari til uppflytingar-endaspæl.
Í uppflytingar-endaspælinum fáa hesi sjey liðini fáa ein dyst móti hvørjum øðrum, also samanlagt seks dystir.
Komandi leygardag spælir Bryne á útivølli móti Arendal, ið liggur á fjórða plássi við níggju stigum.