Rógvi Johansen gjørt sáttmála

Vágbingurin Rógvi Johansen hevur aftur í ár skrivað undir sáttmála við Cycling Aarhus Elite, og hann fer at koyra á besta liðnum eins og í fjør

Rógvi Johansen venur nú aftur við fullari megi eftir álvarsama skaðan, hann fekk í september mánaða í fjør í Herning. Hann var tá illa meiðslaður og gekk á høkjum í langa tíð.
Hann hevur samstundis skrivað undir sáttmála við Cycling Aarhus Elite, og hann fer at súkkla við besta liðnum eins og í fjør.
Rógvi sigur úr Aarhus, at hann var í ómetaliga góðari venjing og fekk góð úrslit undan óhappinum í Herning, sum tí kom ógvuliga illa við.
Vágbingurin er sera uppsettur til komandi kappingarár, tó hann skal framvegis ganga til kanningar á ítróttarligu læknastovuni í Aarhus.
Rógvi skal vera við á liðnum til allar vanligar kappingar í Danmkar, og hann skal eisini vera við til UCI kappingarnar, sum eru størri kappingar við yrkissúkklarum. Harumframt skal hann luttaka í DM 2002, og her er tað serliga einkultstarturin, sum hann leggur seg eftir, men hann skal eisini vera við í liðkappingini og í kappingini á landavegnum.
Rógvi verður væntandi við í Statoil Kring Føroya kappingini, sum verður í summar, hóast hann í kappingini í fjør varð noyddur at taka seg úr, tí ósemja stóðst millum fyrireikararnar av kappingini og Rógva.