Í vikuskiftinum vóru FM kappingar í súkkling, og stóri vinnarin var Rógvi Johansen, sum vann bæði í einkultstarti og landavegssúkkling.
Rógvi hevur altíð verið væl við einkultstartin, og hesaferð var hann tríggjar minuttir betri enn næsti maðurin í røðini, sum var Gunnar Dahl-Olsen. Sverri Mohr Edvinsson var nummar 3, og hin ?danski? súkklumaðurin, Bogi Kristiansen, var nummar 4.
Í kappingini á 100 kilometra landavegssúkkling var Rógvi aftur fremstur, heilar 11 minuttir undan næsta súkklaranum. Nummar 2 og 3 vóru teir somu sum í einkultstartinum, meðan Bogi Kristiansen hesaferð noyddist at gevast, tí hann punkteraði.