Rógvi Holm heldur fram í Aberdeen til í 2010

Ungi verjuspælarin av Argjum, Rógvi Holm, verður verandi í skotska fótbóltsfelagnum Aberdeen FC til á sumri 2010.

Rógvi Holm, sum er verjuspælari, fór í august í fjør fór til Aberdeen FC. Hann var tá triði føroyingur í felagnum, sum ein mánað frammanundan hevði gjørt sáttmála við tveir aðrar ungar føroyingar, Gilla Sørensen av Tvøroyri og Hallur Hansson úr Havn.

Millum annað hevði skotska felagið lagt merki til Rógva tær ferðirnar, hann við føroyskum ungdómslandsliðum hevur verið við til Aberdeen International Football Festival, og eftir eina royndarvenjing fekk hann beinanvegin tilboð um sáttmála.

Høvuðsvenjarin í Aberdeen FC, Jimmy Calderwood, segði seg herfyri vera ovfarnan av fótbóltsevnunum hjá 19 ára gamla Rógva og roknar hann sum ein spælara, felagið vil satsa uppá. At álvari lá aftan fyri orðini, vísir longdi sáttmálin.

Ungi argjamaðurin var eisini í fyrraárið í eitt hálvt ár í danska felagnum, Brøndby, umframt at hann sjálvandi hevur spælt fyri barndómsfelagið AB.