Fótbóltur
Saman við Andreas Lava Olsen hevur Rógvi Jacobsen staðið á bíðilistanum hjá landsliðsvenjaranum, men tað er lítið sannlíkt, at málsókni klaksvíkingurin verður tøkur til dystin leygardagin.
- Eg havi tosað við bæði Rógva og Klæmint Isaksen, sum er fysioterapeutur hjá okkum. Og tað er sera ivasamt, um Rógvi er førur fyri at spæla leygardagin. Hann spældi fyri fyrstu ferð í fleiri vikur, tá KÍ spældi móti ÍF seinast, men hann er ikki so væl fyri, sum hann vanliga plagar at vera. Skaðin hevur gjørt, at hann als ikki hevur vant í fleiri vikur, men vit ætla so at nýta komandi dagarnar til at fáa eina gjøllari meting av, hvussu hann er fyri.
- Mín vón er so, at vit kunnu hava Rógva við, tá vit fara til Litava mánamorgunin. Avrikini, sum hann longu hevur framt á landsliðnum, tala fyri seg, so eg vóni, at hann er ein av teimum, sum vit kunnu brúka í tí dystinum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.
Andreas Lava Olsen stóð eisini á sonevnda bíðilistanum, tá landsliðshópurin varð kunngjørdur, men hann verður so ikki tøkur til dystirnar leygar- og mikudagin.
- Eg eri byrjaður at venja aftur, men enn eri ikki til reiðar at spæla dyst. Og so slettis ikki landsdyst, sigur Andreas, ið sum vera man harmast um, at hann ikki kann vera við til júst hendan dystin. Ein dystur, sum í so nógvar mátar er søguligur fyri føroyingar.