Terji Nielsen
Um ársskiftið frættist, at kanska besti føroyski súkklarin, vágbingurin Rógvi Johansen, fór at skifta felag. Rógvi súkklar nú fyri felagið Cycling Aarhus Elite, og leygardagin vóru Rógvi og nýggju liðfelagar hansara við í fyrstu kappingini í hesum súkkluárinum. Kappingin fór fram í Hammel nærheindis Århus.
Væl nøgdur við úrslitið
Rógvi og og teir fimm liðfelagarnar hjá honum súkkla allir í A-bólkinum, og tá ið allir súkklararnir komu á mál, var vágbingurin tann triðji, ið fór um málstrikuna.
Hetta úrslitið er Rógvi væl nøgdur við, tí ein kapping so tíðliga í súkkluárinum gevur altíð góðar ábendingar um, hvussu vetrarvenjingin hevur verið. Rógvi sigur, at beinini ikki vóru so væl fyri, sum tey kundu verið, tí at hann hevur verið til ymiskar testir seinastu tíðina, og tí eru beinini eitt sindur tung í løtuni.
Um sjálva kappingina leygardagin sigur Rógvi, at hon fór fram við tann millum súkklarar væl kenda Pøt -mølle bakkan í Hammel. Starturin var við fótin av bakkanum, og síðani skuldi bakkin súkklast seks ferðir, áðrenn komið var á mál ovast á bakkanum.
Eftir góðu byrjanina hjá Rógva upp á súkkluárið kann ikki sigast annað, enn at tað verður spennandi at fylgja við í, hvussu gangast fer hjá honum seinni í ár.