Spælararnir í íslendska felagnum KR hava vant nógv í vetur, og um vikuskiftið spældu teir fyrsta venjingardystin.
Tað gekk væl hjá føroyska landsliðsspælaranum Rógva Jacobsen í hesum venjingardystinum. Rógvi spældi allan dystin í álopinum hjá KR, og hann skoraði tvey mál í 5-1 sigrinum á Leikni.
Rógvi legði fyri og setti punktum fyri trivaliga sigurin, tí hann skoraði til 1-0 og til 5-1.
Meginpartin av tíðini spældi Rógvi saman við Grétar Ólafur Hjartarson í álopinum, og tað riggaði væl, tí Grétar gjørdi somuleiðis tvey mál í hesum dystinum.
Nýggjur venjari
Rógvi Jacobsen spældi seinnu hálvu í fjør við danska felagnum SønderjydskE, men nú er hann aftur í íslendska felagnum, og har var nýggja byrjanin hjá honum í øllum førum stak góð.
Rógvi hevur nú spælt 36 dystir fyri KR, og hann hevur gjørt 9 mál.
Venjingardysturin var tann fyrsti við nýggja venjaranum hjá felagnum Teiti Tórðarson, og hann fekk tí góða byrjan í nýggja starvinum heima í Íslandi. Teitur hevur annars virkað sum venjari í útlandinum í fleiri ár.