KR og Valur spældi 1-1 í íslendsku landskappingini hóskvøldið. Valur legði seg framum tíðliga í 1. hálvleiki, og KR javnaði, tá ið ein tími var farin.
Nú íslendska landskappingin er níggju umfør gomul og harvið hálvrunnin, er FH á odda við 23 stigum. So er tætt millum tey næstu: Víkingur hevur 14 stig, Grindavík, Fylkir og KR hava 13 stig, Valur hevur 12 stig, Keflavík og ÍBV hava 11 stig, Breiðablik hevur 10 stig og ÍA er aftast við 6 stigum.
10. umfar verður í næstu viku. KR skal hósdagin spæla á útivølli móti FH. Keflavík skal ikki spæla aftur í landskappingini fyrrenn 13. juli, tá ið teir eiga heimavøll móti ÍBV. Nú leygardagin skulu Símun Samuelsen og Keflavík spæla í Inertoto á útivølli móti norska Lillestrøm.