Rógvi: Fantastiskt at síggja bóltin fara í mál (FM1)

(FM1) Hoyr sigursmálsskjúttan fortelja um geniala trekkið hann og Heini Vatnsdal gjørdu í støðuni tá málið kom

##med2##

- Tað var fantastiskt at síggja bóltin fara í málið. Hetta greiðir ein fegin sigursmálsskjútti, Rógvi Baldvinsson frá í samrøðu við Trónd Arge, reportara hjá FM1.

Rógvi slær fast, at tað er uppá deyðbóltsstøður, at føroyska landsliðið er vandamikið, og tí ræður um at fáa nógv burturúr teimum støðunum.

Rógvi greiðir frá, at tað var ein innstuderað ætlan hjá honum og Heina Vatnsdal, ið førdi til málið, har annar tá teir vóru staddir í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum skuldi fara framum hin, og harvið taka nakrar verjuspælarar hjá mótstøðuliðnum við sær. Hetta gjørdi Heini Vatnsdal greiðir Rógvi frá, og so var búgvið borð hjá Rógva at stúta sigursmálið inn.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rógva Baldvinsson. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Tróndi Arge av sigursmálinum. 

##ms##

(Samrøða við sigursmálsskjúttan Rógva Baldvinsson)