Rógvi er tíggjundi trífaldi meistarin

Trífaldi meistarin tapti einki talv í kappingini í Skúlanum á Giljanesi

Rógvi Egilstoft Nielsen er FM vinnari í talvi fyri einstaklingar. Tað varð greitt longu langa fríggjadag. Í gjár vann hann í síðsta umfari á pápa sínum, Torkili Nielsen. Teir spentu báðir álopsbogan, og talan var um fínt undirhald. Hetta var sætti sigurin hjá meistaranum, sum einki talv tapti. Trý talv hjá honum endaðu remis.

 

Carl Eli Nolsøe Samuelsen var næstbestur. Í gjár tóku hann og Tummas Martin Sólsker í hondina á hvørjum øðrum longu eftir tíggju leikir. Hans Kristian Simonsen vann seg upp á triðja plássð, tá ið hann í gjár vann á Silasi Eyðsteinsson, sum eisini varð yvirhálaður av Høgna Egilstoft Nielsen, ið vann á Finnbjørn Vang.

 

Sjúrður Thorsteinsson og Martin Poulsen telvaðu leingi, áðrenn tað var greitt, at talan var um remis.

 

Hetta er triðja ferðin, at Rógvi Egilstoft Nielsen er meistari í einstaklingakappingini. Hann vann eisini í 2012 og 2015.

 

Rógvi er tíggjundi telvarin, sum megnar at vinna FM í hvussu so er tríggjar ferðir. Í gamlari tíð – í tíðarskeiðnum 1938-1956 – vóru tað J. P. Henriksen (9), Olav Andreasen (3) og Tórarinn Evensen (4).

 

Í nýggjari tíð – síðani 1972 tá ið tað aftur varð farið undir kappingina fyri einstaklingar  - hava hesir megnað at vinna FM í hvussu so er tríggjar ferðir: Luitjen Apol (3), Jens Christian Hansen (4), Heini Olsen (5), Torkil Nielsen (3), John Rødgaard (3), Martin Poulsen (3) og Rógvi Egilstoft Nielsen (3).

 

FM fyri einstaklingar í 2016: Rógvi Egilstoft Nielsen 7 ½ stig, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Hans Kristian Simonsen 5 ½ stig, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson 5 stig, Martin Poulsen 4 ½ stig, Sjúrður Thorsteinsson 4 stig, Torkil Nielsen 3 ½ stig, Finnbjørn Vang 2 ½ stig og Tummas Martin Sólsker 2 stig.