Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Við tíggju málum er Rógvi Jacobsen tann spælarin, sum hevur skorað flestu málini fyri landsliðini. Ja, seinnu árini hevur tað mest sum verið so, at hann eisini er tann einasti, sum skorar. Eitt mynstur, sum Bogi Løkin tó var somikið raskur at bróta leygardagin.
Men hetta saman við styrkini hjá Rógva í luftspælinum ger hann til ein serstakliga týdningarmiklan spælarar fyri Føroyar, og tí verður bíðað til seinastu løtu, áðrenn liðið verður endaliga sett.
Umframt Rógva, so hevur Bogi Løkin eisini ein skaða í lærkrikanum. Meðan landsliðsfelagarnir vandu í gjár, hevði Bogi servenjing saman við fysioterapeuti, men teir báðir spældu eisini bólt sínamillum, og roknað verður við, at hetjan frá Tórsvølli er førur fyri at spæla ein leiklut í dystinum. Nakað sum eisini er tiltrongt, nú Jákup á Borg mátti geva avboð vegna skaða.