Rógvi er í hopla

Rógvi Jacobsen skoraði fimm mál fyri KR í tveimum steypadystum um vikuskiftið

Fótbóltur

Liðini í bestu íslendsku deildini spæla fleiri steypakappingar, áðrenn sjálv landskappingin byrjar í mai.
Um vikuskiftið spældi KR tveir steypadystir, og báðir endaðu við greiðum sigri til KR.
Tað var ikki minst takka verið føroyska landsliðsspælaranum Rógva Jacobsen, at KR gjørdi nógv mál. Rógvi skoraði heili fimm mál fyri KR í teimum báðum dystunum.
Leygardagin spældi KR ímóti Tór og vann 4-0. Rógvi skoraði trý av málunum. Hann legði fyri í 14. minutti, og hann skoraði eitt afturat áðrenn hálvleik. Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraði hann til endaliga úrslitið 4-0.

Kom inn og vendi dystinum
Sunnudagin spældi KR ímóti KA, og tá vann KR 5-1. Rógvi Jacobsen byrjaði á beinkinum, men hann gjørdi skjóta prosess, tá ið hann kom á vøllin. Tað var spældur ein tími, tá ið Rógvi varð settur inn í álopi. Støðan var tað 1-1, men Rógvi setti ferð á KR og skoraði longu tríggjar minuttir seinni. Hetta gav KR nýtt lív og teir øktu upp í 5-1. Rógvi skoraði seinasta málið fimm minuttir fyri leiklok.
Rógvi Jacoben hevur nú skorað 15 mál í 45 dystum fyri KR.